Føroyskt   Dansk   Deutsch   English  
 
Skúlaskipið Dragin KG 212
FO 700 Klaksvík
Telefon: +298 756661 ella 456661
 

Tíðindi

  
 
Sigling við næmingum
 Síðani skúlin byrjaði aftur aftan á summarfrítíðina hevur "Dragin" siglt við  næmingum, sum hava valt lærigreinina "sjómanslæra".  Íalt eru tað
46 næmingar, sum eru frá Skúlanum á Ziskatrøð, Skúlanum við Ósánna og
Fuglafjarðar skúla. Teir eru úr 8.- 9- og 10. flokki og eru tríggir bólkar.
Siglt verður mánadag, hósdag og fríggjadag.
Næmingarnir læra m.a. at sigla við seglum, stýra eftir kumpass og annars vanligan
sjómansskap. Siglt verður til 1. okt. Tað verða seglini tikin í land og báturin riggaður av. Síðani fer undirvísingin fram umborð allan vetur og í mai 2012 verður aftur rigga til.
 
  
FISKIKAPPINGINGIN Í NORÐOYGGJUM 2011 
Leygardagin 17. sept. skipaði Skúlaskipið fyri árligu fiskikappingini í Norðoyggjum. Streymurin var hampiligur, men líkindini vóru ikki góð eystanfyri og sunnanfyri. Hetta gjørdi, at bátar av Borðoyavík og Hvannasundi fingu ikki verið við í kappingini. Besti báturin var "Klettur" úr Norðdepil við Ditlev Lydersen og Elmar Simonsen. Teir høvdu 246,2 kg. Næstbestur var "Hópur" við Jakup Eydnugarð ig Finn Baldvinsson. Teir høvdu 146,6 kg. Triðbestur var " Torbjørg" við Jakup Jacobsen og Kristian Johannesen. Teir høvdu 140 kg. Stórsta fiskin
fekk Jakup Eydnugarð, tað var ein torskur, sum var 93 cm langur og fiskaður við tráðu. Allir menninir fingu steyp til ognar og besti báturin fekk eisini ferðasteypið. 
 

Føroya Regatta 2012 - Føroysk Træseglskip

 Í 2012 verður regattasiglingin fyrstu vikuna í juli.
Siglt verður av Klaksvík til Tórshavn, síðani til Sands og suður á Vág.
Nærri skrá verður lýst seinni
 
 
 
 Torradagar í Klaksvík frá 21 - 25. februar
 Fríggjadagin 24. og leyg. 25. febr. frá kl. 16-18 hevur Dragin "opið skip"
 Ætlanin var at skera og selja kjálkar á Varpabrúnni, men orsaka av at
ómøguligt var at fáa fatur á torskarhøvdun er Fiskatorgið avlýst.
 
 
Hugnakvøld í Skálanum
Leygarkvøldið 3. mars kl. 19 verður hugnakvøld í Skálanum við borðhaldi
sangi og dansi. Bólkurin Flemming og vinmenn spæla til dansin.
Tekning til borðhald á tlf. 456661/756661 og 606282.
 
 
 
 Norðurlendsk seglskipastevna í Ebeltoft frá 11.- 14. juli 2012
Seinasta summar var Dragin í Íslandi (Húsavík) á tí fyrstu norðurlendsku seglskipastevnuni av sínum slag. Eisini sluppin Jóhanna úr Vági var við.
Í ár verður stevnan í Ebeltoft í Danmark (Nordisk Kystkulturstævne).
Um alt gongur eftir ætlan fer Dragin at luttaka á stevnuni.

Leinkjur

Hans Eli Hansen  | heh@olivant.fo